Kvæði um kópakonuna

Eyðun Johannesen, Rosa á Rógvu, Kári Øster, Egi Dam og Birita Mohr í leikinum "Kvæði um kópakonuna" (1977).

Tað var í 1977 at Føroya fyrsti yrkissjónleikarbólkur var stovnaður.

Eyðun Johannessen, fyrsti føroyingur í søguni við útbúgving sum sjónleikari, saman við 4 amatørleikarum úr Havnar Sjónleikarafelag stovnaði bólkin.

Leikararnir vóru: Rosa á Rógvu, Birita Mohr, Egi Dam og Kári Øster. Bólkurin fekk navnið GRÍMA.

Eyðun Johannessen var um hetta mundið settur sum sjónleikararáðgevi av Føroya Landsstýri, - og hansara løn var fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum hjá teimum 5 í bólkinum.

Í fyrstuni var hildið til í Sjónleikarhúsinum - men stórur dentur var eisini lagdur á at ferðast kring landið við leikum. Ferðingin er enn eitt av høvuðsendamálunum hjá Grímu. Onnur endamál vóru longu frá byrjan, at spæla barnaleikir og at seta nýskrivað føroysk handrit á pall. Limir í GRÍMU hava gjøgnum árini sjálvir skrivað leikir, sum byggja á føroyskan skaldskap og føroyska søgu. Fyrsta leikverkið, Kvæðið um Kópakonuna, kom til "á gólvinum", og hesin framferðarháttur er ofta nýttur síðani. Nevnast kunnu Tornið á Heimsins enda, Lagnuklingra og Royndin - variatiónir yvir Nólsoyar Páll.

Umstøðurnar at virka undir hava sjálvdan verið góðar - pengarnir smáir, og innivist hevur dúvað uppá vælvild frá Sjónleikarhúsinum, Norðurlandahúsinum og øðrum. Manningin hevur eisini skift gjøgnum árini, men Gríma hevur altíð onkursvegna hóra undan.

Leikhúsið Gríma í Gamla Meiaríið í Tórsgøtu. foto: Rakel Helmsdal

Gamla Meiarí í Tórsgøtu

Í 1993 fekk Gríma innivist á Gamla Meiarínum í Tórsgøtu 9. Fyrst var bert pláss til skrivstovu og eitt lítið venjingarhøli, men í 1998 stóð framførsluhølið klárt. Og sama ár helt Gríma tjúgu ára føðingardag sín við stórfingnari framførslu av Dreymi Jóansøkunátt eftir William Shakespeare.

Dreymur Jóansøkunátt

Ria Tórgarð og Páll Danielsen í "Dreymur Jóansøkunátt" eftir William Shakespeare.

Í dag er fíggjarliga grundarlagið kr. 810.000, sum árliga verða játtaðar á fíggjarlógini til yrkissjónleik, og 15 limir eru knýttir at GRÍMU, sjónleikarar og leikstjórar.

GRÍMA spælir 2-3 sjónleikir um árið, og leggur enn, sum í byrjanini, dent á at spæla bæði klassiskar leikir, nýggjar leikir, barnaleikir og nýskrivaðar føroyskar leikir.

GRÍMA spælir sínar sjónleikir í nýggja salinum á Gamla Meiarínum, og ferðast kring landið við barnaleikum og smáum leikum fyri vaksin.Tíverri er sjáldan ráð at ferðast við teimum størru leikunum.

Limirnir eru eisini virknir aðrastaðni,t.d. í Svf, undirvísa og leikstjórna fyri MáF, undirvísa á skúlum í sjónleiki og drama, lesa upp til ymisk tiltøk og undirhalda til veitslur, ráðstevnur o.a.

GRÍMA - Gamla Meiaríið - Tórsgøta 9 - P.O.Box 66 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands - tel: +298 318617 - Fax: +298 310422 - t-post: grima@post.olivant.fo