eftir skaldsøgu hjá Ingvar Ambjørnsen

plakat: N.A.Galan & U.Árting

Leikandi:

Hans Tórgarð

Elling

Bárður Persson

Kjell Bjarni

Ria Tórgarð

Gunn, pleygari; servitrisa

Katarina Nolsøe

Jana, frá Almannastovuni

Kristina Hansen

Randi

Kjell Bjarni & Elling flyta inn
Leikgerð Axel Hellstenius,  í samstarvi við Petter Næss
Leikstjórn Eyðun Johannessen
Týðing Hans Tórgarð

Leikmynd

Eyðun Johannessen eftir hugskoti hjá Sten Lock Hansen

Búnar

Katrin Bonde

Tónleikur

Kim Hansen

Ljóssetan

Símun Pauli Hansen

Hár og smyrsl

Marjun Olsen

Upptøkur - & ljóðbland:

Jón Mc Birnie

Foto

Finnur Justinussen

Plakat & leikskrá

Niels Arge Galan & Uni Árting

Seyming

Katrin Bonde, Edith Dahl, Gisleyg Bonde

Ljósfólk

Símun Pauli Hansen, Janus Kamban, Birgir Djurhuus

Pallsmíð

Kári Øster, Símun Pauli Hansen, Janus Kamban,  Eyðun Johannessen

Framleiðslustjóri

Jenny C. Petersen

1. sýning á Meiarínum: leygarkvøldið 30. oktober 2004

Leikárið  2004 – 2005   78. leikverk


Elling og Kjell Bjarni fáa at vita at teir kunnu fáa sær kettu

SOMU DREYMAR OG SAMI LONGSUL

Seinast í sekstiárunum var ein pallborðsfundur í Útvarpi Føroya undir heitinum - Skulu vit taka tey evnaveiku heim, sum búgva á Rødbygård?

Øll hildu, at tað áttu vit. Ein ódámlig útsøgn var tó: Tað er umráðandi fyri okkum øll at hava tey herheima, so vit kunnu síggja, hvussu gott vit sjálvi hava tað.

Síðani er nógv vatn runnið í ánna, og øll, ið skuldu koma heim, eru komin, og hava funnið sítt pláss í føðilandinum. Onnur eru komin aftrat, og felag teirra stríðist alsamt fyri, at mannarættindi og lívsdygd teirra menningartarnaðu verða ikki gloymd. Og sjálvandi hevur alt støði í, hvat tænir teimum sjálvum. Tey skulu ikki takast fram, fyri at onnur kunnu sanna, hvussu gott tey hava tað.

ELLING og KJELL BJARNI eru tveir mans í bestu árum, ið fluttir eru av stovni og í egna íbúð. Gríma   vísir í hesum leiki nøkur týðningarmikil og áhugaverd brot úr gerandisdegi teirra.

Leikur og handrit staðfesta, at vóru tey menningartarnaðu við skerdan lut, tá um vit ræður, so hava tey dreymar somu kenslur, sama longsul og somu trá sum vit onnur. Heldur ikki eru tey kørg við skemti og speisemi.

Gríma hevur seinni árini sett ljóskastaran á tabuiserað evni og er harvið vorðin partur av tí almenna kjakinum og verið við til at flyta mørk.

Tað er so hugaligt, meðan vit bíða eftir Tjóðpallinum.

ELLING og KJELL BJARNI hava sett fót undir egið borð, teir hava pensión og telefon og kunnu spara pening saman til tað, teir ynskja sær, samstundis sum teimum leingist eftir tí nærleika og samskifti við onnur, ið ikki kann keypast fyri pening. Leikurin er tí  eisini kærkomin sum upplegg til kjak.

Karin Kjølbro

Fyrstu ferð einsamallir á matstovu

Leiktíðir hjá Leikhúsinum Grímu, á Meiarínum:

30.10.04 leygardag kl. 19.00
31.10.04 sunnudag kl. 18.00
02.11.04 týsdag kl. 20.00
03.11.04 mikudag kl. 20.00
04.11.04 hósdag kl. 20.00
05.11.04 fríggjadag kl. 20.00
06.11.04 leygardag kl. 18.00
07.11.04       sunnudag kl. 18.00
10.11.04 mikudag kl. 20.00
11.11.04  hósdag kl. 20.00
13.11.04 leygardag kl. 18.00
14.11.04 sunnudag kl. 18.00
16.11.04 týsdag kl. 20.00
17.11.04 mikudag kl. 20.00
18.11.04           hósdag kl. 20.00
19.11.04                   fríggjadag kl. 20.00
20.11.04        leygardag kl. 18.00
21.11.04       sunnudag  kl. 18.00  

Atgongumerki kr. 125,-

Bólkar við 10 ella fleir atgongumerkir 100,-

Fáast á kunningarstovuni og við dyrnar  1 tíma undan sýning.

GRÍMA - Gamla Meiaríið - Tórsgøta 9 - P.O.Box 66 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands - tel: +298 318617 - Fax: +298 310422 - t-post: grima@post.olivant.fo