Vit hava tí stovnað stuðulsfelagið GRÍMUSTUÐLAR, ið er felag fyri tey, sum eru áhugaði í yrkissjónleiki, tey sum eru áhugaði í at Gríma skal kunna halda fram við virki sínum.
Um tú teknar teg sum Grímustuðul, vænta vit av tær eitt limagjald uppá 40,- kr. um mánaðin - gjarna meira, um tú setur teg føran fyri tí - ella minni um tú ikki setur teg føran fyri tí!
Afturfyri fært tú SJÓNLEIK á høgum støði - fyri BØRN-VAKSIN-ALLA FAMILJUNA
Harafturat fært tú eitt tíðindablað frá Grímu við upplýsingum um leikárið, skránna, og onnur tiltøk á Gamla Meiarínum.
Skriva navn og bústað á tekningarskjalið, ið tú fært við at klikkja HER! Skriva, hvat tú vilt gjalda, og send tekningarskjali til okkara, Grímustuðlar, Box 66, 110 Tórshavn.
Vit skráseta teg sum Grímustuðul, og tú hoyrir aftur frá okkum.
